Bill verður við stýrisvølin ímóti B36

Fyribilssetti venjarin hevur fýra venjingar saman við NSÍ liðnum, sum sunnudagin skal spæla á útivølli ímóti B36

Í síðstu viku varð Allan K. Jepsen sagdur úr starvinum sum venjari hjá NSÍ. Sunnudagin, tá ið NSÍ var í Fuglafirði, og úrslitið var 1-1, hevði André Olsen ábyrgdina av liðnum. Hann var hjálparvenjari hjá Allan K. Jepsen.

 

Nú er greitt, at André Olsen ikki fer at hava ábyrgdina, tá ið NSÍ sunnudagin fer at spæla á útivølli ímóti B36.

 

Í gjárkvøldið og aftur í kvøld hevði Bill Jacobsen ábyrgdina av venjingunum. Hann hevur higartil havt ábyrgdina av liðnum í næstbestu deildini og U-21 liðnum.

 

-Eg havi játtað at taka mær av liðnum, meðan leiðslan arbeiðir við at finna eina loysn. Tað varð heitt á meg týskvøldið, og vit hava fýra venjingar, áðrenn leiðin gongur suður í Gundadal. Spælararnir tykjast at vera væl fyri, og nú er uppgávan hjá mær og hjálparvenjaranum at fáa spælararnar at rokna við tí sama, sum vit rokna við. Tað er, at NSÍ hevur góðan møguleika at vinna úrtøku í Gundadali ímóti B36, sigur Bill Jacobsen.

 

Bill Jacobsen hevur heitt á Rúna Rasmussen um at hjálpa sær, meðan hann hevur ábyrgdina av besta liðnum hjá NSÍ.

 

Fyri einum ári síðani – á ólavsøku í fjør – gavst Bill Jacobsen sum venjari hjá besta liðnum á Skála. Nú er hann aftur í fremstu røð.

 

Rúni Rasmussen spældi í síni tíð við bæði NSÍ og Skála. Hann var í 2018 hjálparvenjari, tá ið Eyðun Klakstein var venjari á Skála. Í fjør og í fyrraárið var hann venjari hjá næstbesta NSÍ liðnum.