B71 fyrireikar seg av álvara til seinna partin av Formuladeildini. Liðið hjá sandoyingum eru farið til Hollands, og har skulu spælararnir venja í 10 dagar. Tveir dystir verða spældir á ferðini.
B71 hevur fingið nýggjan venjara til ferðina. Orsøkin er, at Eli Hentze, sum er venjari hjá liðnum, er við U15 landsliðnum í Skotlandi, og tí kann hann ikki taka lut í Hollandi fyrr enn 22. juli. Tí hevur B71 heitt á Bill M. Jacobsen, sum er ungdómsvenjari hjá B68, um at taka sær av venjingini hjá B71 í Hollandi til ta tíð.
B71 ferðalagið kemur aftur til Føroyar 27.juli










