- Hetta er at meta við, tá U21 landsliðið spældi móti Italia, sigur Bill M. Jacobsen.
Bill er heldur ikki í iva um, at týska liðið verður leikliga omaná, men hann vísur somuleiðs á, at teir skulu hava nógvar møguleikar fyri at skora. Hann vísur til dystin móti Fraklandi herfyri, tá Týskland hevur um í tjúgutals málmøguleikar, men dysturin endar við málleysum javnleiki.
Hoyr samrøðuna við Bill M. Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini.
Bill sigur, at týska liðið spælir 4-2-3-1 og at fýra tier fremstu leggja høgt trýst á føroyska liðið. Her liggur lykilin hjá okkara at fáa spælt seg úr trýstinum og fara í mótálop. Bill ásannar eisini, at saknur av monnum um Sonna Ragnar Nattestad, René Shaki Joensen og Árni Frederiksberg kann koma at merkjast, men tað er fyrr hent, at teir næstbestu hava fingið uppaftur betri úrslit.
Tað eru spælarar, sum hava valt ikki at fara á námsferð við tí fyri eyga, at spæla móti Týsklandi. Tað er fyrr hent, at spælarar hava valt námsferðina framum, men tað skilur Bill skilur als einki av, tí hann metir, at landsliðsfótbóltur er tað størsta tú kanst uppnáa.
Bill væntar og vónar, at føroyska liðið í kvøld megnar at geva týsku maskinuni mótstøðu og í minsta lagi skora.
Dysturin millum Føroyar og Týskland byrjar klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.