Hvønn týdning hevur hátíðarliga vitjanin? Ella rættari, hvønn týdning hevur Bill Clinton nú meir enn 6 ár eftir, at hann er farin úr forsetasætinum og vøkru, hvítu húsunum? Svarið úr Amerika er ikki tvítýðugt: Bill hevur stóran týdning, heilt stóran. Bill Clinton er sum kunnugt ein av best dámdu amerikansku forsetunum í longri tíð og er maðurin, næstu nógvu forsetarnir fara at verða vigaðir upp ímoti. Enntá nú, vónríku forsetavalevinini til valið í 2008 byrja at vaksa í tali, tosa fólk um, hvussu hesi eru samanborin við politiska risan frá 90’unum. Ikki havi eg enn tosað við ein persón, sum ikki heldur, at leiðaraavgerðirnar, Bill tók í forsetatíð síni, vóru tær røttu fyri fólkið, hann umboðaði, á allar mátar. T.d. eru ikki nógvir fyrilestrar í makrobúskapi farnir framvið her, uttan at professarin í onkrum samanhangi hevur víst á sera positivu búskapargongdina, meðan Clinton sat við valdið.
Amerikumenn hava nógv at siga um mannin. Positivu lýsingarorðini um fyrrverandi forsetan fáa næstan ongan enda. Men hóast hesi, stingur ein heldur løgin tvídráttur høvdið undan kavi, tá spurt verður eftir heilt persónligu meiningini hjá fólki um Bill Clinton. Nógv spurd tykjast bæði at suffa av nøgdsemi og nærum vamlast við mannin. Orsøkin til vamlið er ikki ókend, um enn hon viðhvørt verður gloymd, tá tosað verður um forsetaembæti Clintons. Landið, har 76% játta seg kristin, hyggur ikki við blíðum eygum at einum manni, sum bókstavliga varð úrlatin av kvinnuligum praktikanti í húsunum, ið eru ímyndin av heimsins máttmiklasta stati. Sum mín heimsspekisprofessari sorgtungur noyddist at viðganga: “Tað ljóðar sum ein kliché, men kann eg hava fult álit á einum manni, sum brýtur lyfti sítt til kvinnuna, hann eigur at elska mest av øllum?” Við hesum verður sipað til áhugaverda evnið um, hvat mát eigur at verða nýtt, tá ein statstænastumaður skal dømast og vigast. Eg tori at siga, at ‘moralski samleiki’ fyrrverandi forsetans vigar nógv tyngri í heildarmeting hansara í Amerika, enn hann ger í Evropa, eisini í Føroyum.
Havnadi alt hetta í huga er løgið at hugsa sær, at forsetatíðin hjá Bill Clinton ikki longur er orsøkin til, navn hansara kemur fyri í miðlum og millum manna. Hann verður ikki nevndur sjálvstøðugur, men sum helvtin av einum hjúnum, har frúan fyllir nógv meir enn maðurin sjálvur. Hetta setir tó Bill í eina heilt serliga støðu. Sannlíkt er, at Bill Clinton gerst fyrsti ‘fyrsti maður’ (tað, sum vanliga eitur ‘first lady’) í Amerikanskari søgu. Um 644 dagar hevur hann møguleikan at gerast fyrsta mannfólk, sum regluliga fer at verða sæddur standandi lýðin aftanfyri maka sín, forsetan, uttan at hava formligt vald av nøkrum slag. Eftir at hava tænt 8 ár sum forseti kann Bill nú aftur sleppa inn í Hvítu Húsini, men hesaferð gjøgnum bakdyrnar.
Hetta ger óivað vitjanina í mai enn meiri áhugaverda hjá Føroyingum. Maðurin, ið kemur til landið, er ikki komin at enda í tíð síni sum heimsmynd. Sjálvt um hann neyvan verður eins týdningarmikil aftur, sum hann var, tá hann stóð á odda fyri Sameindu Statunum, fáa Føroyar tó at síggja mannin, meðan hann enn hevur nógv ár eftir sum týdningarmikil luttakari í altóða viðurskiftum, møguliga enntá sum helvtin av næsta forsetaparinum á odda fyri einasta núverandi heimsveldi.
-------
FAKTA
Føddur 22. mars 1985.
Lesur buskaparfrøði og heimspeki á Wheaton College i Chicago. Verður liðugur í 2009.
Støddfrøðiliga studentsprógv i 2004.
Tað honum dámar best við Chicago er allur livetónleikurin og hugnaliga
kafémentanin.