7. juni heldur Nærverkið ráðstevnu um framtíðar eldrarøkt. Dr. Bill Thomas, læknprógv frá Harward í Family Medicine og geriatri, fer at halda fyrilestur um ”The Eden Alternative”, sum gongur sína sigursgongd kring heimin, tá ið tað snýr seg um eldrarøkt og trivnað. Bill Thomas hevur varnast, at tað á røktarheimum eru trý fyribrigdi, sum plága búfólkini: Einsemi, keðsemi og hjálparloysi. Hetta roynir hann nú at broyta við “The Eden Alternative”, har bústovnarnir eru fullir av lívi, gleði, anda og samanhaldi. Ráðstevnan er serliga ætlað politikarum, leiðarum, feløgum, starvsfólkum á stovnum, avvarðandi og øðrum.