Bill staðfesti, hvat er list  og ikki

Listamaðurin Ole Wich hevur rættiliga sett dagsskránna hesa vikuna við sínum homoFObia-myndum. Hann hevur verið avmyndaður á tvinnum forsíðum og luttikið í einum sjónvarpskjaki. Bill Justinussen heldur tó ikki, at myndirnar hjá Ole Wich kunnu kallast list

Listakjak
 
 
Kjakið um myndirnar hjá Ole Wich er rættiliga kyknað hesa vikuna, og ikki kann sigast annað enn, at myndirnar honum við Merkinum við undirheitinum homoFObia hava givið afturljóð. Mánakvøldið høvdu bæði Dimmalætting og Sosialurin gjørt av at seta myndir av Ole Wich og hansara verkum á forsíðuna, og eisini eru aftursvar komin úr tí politska umhvørvinum.
Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevur bæði í lesarabrævi og práti við Sosialin funnist at verkunum hjá Ole Wich, og hann hevur eisini sagt, at sjálvur metir hann ikki, at homoFObia-átakið kann kallast list. Í kjakinum í SvF týskvøldið helt Bill Justinussen fram við at útgreina hesi sjónarmið við m.a. at siga, at sambært honum kundu t.d. málningar hjá Ingálvi av Reyni kallast list, meðan myndirnar Ole Wich ikki kundu kallast list, tí so kundi ein og hvør kalla seg listafólk.
 
Hvør avger, hvat er list?
 
Sosialurin royndi fyrrapartin at fáa eina viðmerking úr tí føroyska listaumhvørvinum til útsagnirnar hjá Bill Justinussen, og hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri eitt fólkaræði, um politikarar skulu allýsa, hvat list er, men hetta eydnaðist ikki. Forkvinnan í Listafólkasambandi Føroya, LISA, var ikki at hitta, og aðrir limir í nevndini í LISA vildu ikki gera viðmerkingar. Heldur ikki formaðurin í felagnum Føroysk Myndlistafólk var at hitta, og tað vóru ymiskir listaummælarar heldur ikki.
Sosialurin skilir tó, at útsagnirnar hjá løgtingsmanninum úr Miðflokkinum hava vakt ans millum føroysk listafólk, og at spurningurin um at politikarar úttala seg um, hvat er list og ikki, verður viðgjørdur í løtuni.