Bill Justinussen fer á tingfundinum í morgin at seta Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, nakrar spurningar um lovaða skattalættan.
Bill Justinussen skrivar í viðmerkingunum, at tað eru góð tíðindi, at nýggja landsstýrið sum eitt tað fyrsta ætlar at veita skattalættar, men fílist at, at enn er lítið ítøkiligt at hoyra um ætlanirnar.
Tí spyr Bill Justinussen landsstýriskvinnuna, um hvussu stórur skattalættin, sum skal setast í verk 1. januar, verður. Hann spyr eisini, hvussu skattalættin verður býttur á inntøkubólkar, hvat skattalættin fer at kosta landskassanum og hvussu skattalættin verður fíggjaður.
Tingfundur verður klokkan 11 mikudagin.