Bill spyr um morsnigil og skøru

Bill Justinussen spyr, hvat Jacob Vestergaard ætlar sær at gera fyri at forða, at ein plága afturat, lík morsniglinum ella skøruni, kemur inn í landið.

Bill Justinussen, løgtingsmaður hjá Miðflokkinum, hevur sett Jacob Vestergaard tveir 52a fyrispurningar.

 

Løgtingslimurin í Eysturoynni vil gjarna hava landsstýrismannin at svara sær, hvat landsstýrið ger fyri at basa trupulleikanum við fremmandum skaðadjórum og  -plantum. Í hesum sambandi nevnir hann morsnigilin og skøruna sum tvey góð og viðkomandi dømi.

 

Í øðrum lagi spyr hann um nakrar konkretar ætlanir eru, at forða fyri at fleiri slík djóra- ella plantusløg koma inn í landið, og nevnir, at Ísland hevur eydnast væl við sínum politikki á hesum økinum.

- Eru ætlanir um við lóg at steðga innflutningi av fremmandum vøkstri og djórum fyri at verja føroyska náttúru og umhvørvi?