Bill spyr um eksklusivhandil

Tað er eingin loyna, at fleiri tinglimir taka ikki undir við, at Rúsan letur upp ein eksklusivhandil í SMS, og nú spyr Bill Justinussen løgmann um handilin. Tekur løgmaður undir við, at Rúsan fer at lata upp eksklusivhandil í SMS?

Tekur samgongan undir við, at Rúsan fer at lata upp eksklusivhandil í SMS?

Nú er ikki long tíð eftir, til Rúsan fer at lata upp eksklusivhandil í SMS. Endamálið er at selja so mikið nógv at dýrari sløgunum, at Rúsan í ár megnar at halda avlopskravið í fíggjarlógini.

Upp á fyrispurning fyri nøkrum døgum síðani svaraði landsstýrismaðurin í vinnumálum, at væntandi verður avlopið av hesi deildini kr. 200.000 í 2010.

Hóast fleiri samgongulimir hava gjørt vart við seg, hevur landsstýrismaðurin ikki enn alment givið boð um at steðga ætlanini hjá Rúsuni. Við hesum tykist sum at sambandið millum parlamentariska grundarlagið undir landsstýrismanninum í vinnumálum og landsstýrismannin sjálvan ikki er av tí besta.

Landsstýrismaðurin tykist ikki virða sínar egnu samgongufelagar og ei heldur sínar floksfelagar í hesum máli. Hetta er sera ørkymlandi fyri okkum, sum eru ímóti ætlanini, tí tað tykist sum hava landsstýrisfólk óavmarkað vald at gera júst, sum teimum lystir.

Løgmaður er tann, sum setir landsstýrisfólk í starv og loysir tey úr starvi. Tí hevur løgmaður vald til at steðga Johan Dahl í hesi ætlan hansara. Vónandi fer løgmaður ikki bert at sita hendur í favn og hyggja at, meðan Johan Dahl sum ein annar bulldozari brýtur niður týðandi verjugarðar í okkara samfelagi.