Bill spyr um ábyrgdarbýti

Løgtingsmaður vil hava at vita, hvat hendir, tá ið føroyingar og danskarar eru ósamdir um ábyrgdarbýti

Løgtingsmaðurin Bill Jutinussen vil hava at vita frá løgmanni, hvørjar mannagongdir eru, tá ið ósemja er millum danskar og føroyskar myndugleikar um ábyrgdarbýti.

Bill Justinussen spyr um hetta í sambandi við váðaráðið, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum vil hava sett á stovn, men sum danski ráðharrin á økinum heldur er í stríð við ábyrgdarbýti millum føroyskar og danskar myndugleikar.

- Góðtekur løgmaður, at eitt uppskot um Váðaráð verður skundað ígjøgnum Løgtingið, áðrenn semja er funnin um ábyrgdarbýtið, spyr Bill Justinussen í fyrispurninginum til Aksel V. Johannesen, løgmann.

- 23. septembur hevur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fingið bræv frá danska Vinnumálaráðharranum Troels Lund Poulsen um, at uppskotið um føroyskt váðaráð er í stríði við ábyrgdarbýtið millum føroyskar og danskar myndugleikar. Hetta brævið er komið landsstýriskvinnuni í hendi, áðrenn álit varð skrivað í fíggjarnevndini um málið. Tó hevur landsstýriskvinnan ikki upplýst fíggjarnevndina um brævið.

- Tað gevur ábendingar um, at føroyskir myndugleikar ikki virða ta skipan, vit virka undir við ábyrgdarbýti millum føroyskar og danskar myndugleikar. Tað er skjótt, at handfaringin av hesum máli kann brúkast sum fyridømi í øðrum málum, heldur Bill Justinussen.