Næsta ár fer B68 at spæla í Formuladeildini, og nú er greitt, at tað verður Bill Jacobsen, sum verður venjari.
Á b68.fo verður sagt, at felagið og Bill Jacobsen hava skrivað tvey ára samstarvssáttmála. Bill er venjari hjá U21 landsliðnum. Hann hevur eisini havt ábyrgdina fyri ungdómsvenjingini á Toftum.
- Vit kenna hansara dygdir sum venjari, og vit vænta okkum nógv av honum tvey tey næstu árini, sigur B68 formaðurin, Jógvan Højgaard.
Enn hevur einki verið at hoyra um spælara tilgongd, men sambært b68.fo verður arbeitt við at styrkja um hópin. Málið er at fáa eitt spennandi lið, sum kann standa seg í Formuladeildini.