Bill skal stjórna FC Hoyvík

1.deild menn: Bill McLeod Jacobsen verður venjari hjá 1. deild monnum í Hoyvík

FC Hoyvík hevur sett fyrrverandi U21-landsliðsvenjaran, Bill McLeod Jacobsen, sum nýggjan venjara. Hann tekur við eftir Jens Martin Knudsen, sum var venjari farna kappingarár.

 

- Nevndin hjá FC Hoyvík gleðist um at avdúka at tey hava sett ein av royndastu venjarum í Føroyum at standa á odda fyri 1. deildarliðnum hjá monnum í 2024. Bill hevur við sínari UEFA Pro Licence útbúgvin, hægstu útbúgvin innan vejaraøkið. Umframt sína útbúgving hevur Bill sera drúgvar royndir sum bæði landsliðsvenjari og hjá fleiri feløgum í Føroyum, skrivar FC Hoyvík.

 

FC Hoyvík er eitt felag, sum stríðist við at fóta sær í føroyska fótbóltslandslagnum. Tað verður lagt nógv fyri í ungdómsdeildunum, men enn restar nakað í at fáa spælara gjøgnum ungdómsrekkjurnar og upp á besta liðið. Hetta skal Bill McLeod Jacobsen eisini hjálpa við.

 

- Umframt at venja 1. deild, kemur Bill eisini at virka sum samanbindingarlið millum skifti frá ungdóms- til vaksnamannafótbólt í FC Hoyvík, skrivar FC Hoyvík.

 

Felagið hevur eisini meldað besta kvinnuliðið til Betri deildina komandi kappingarár.