Bill: Sangurin savnar okkum

Bill Justinussen fer á pall saman við Torbirni Jacobsen á Senior-festivalinum í Runavík

Løgtingsmaðurin, Bill Justinussen av Glyvrum fer saman við kenda bygdarmanninum, Torbirni Jacobsen á pall á Senior-festivalinum, sum verður á økinum kring ellis- og røktarheimið í Runavík.

 

Bill fegnast um møguleikan at kunna syngja saman við Tobba, har teir fara at tríva í ymiskar andaligar sangir, fosturlandssangir og aðrar sangir, sum hóska til høvið.

 

Bill heldur, at tað eru fá ting í lívinum, sum eru so savnandi sum sangurin. Hann heldur, at føroyingar standa serliga sterkir, tá um sang ræður.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra eitt prát við Bill Justinussen.