Tann økta ferðslan í Føroyum setir størri krøv til trygdina á vegunum, og tí er treytaleyst neyðugt hjá myndugleikunum at hava yvirskipað mál at halda seg til í framtíðar ferðslutrygdarhøpi.
Soleiðis sigur løgtingsmaðurin Bill Justinussen í einum munnligum fyrispurningi, sum hann hevur boðað frá, at hann fer at seta landsstýrismanninum Bjarna Djurholm í løgtinginum mikudagin.
Bill Justinussen vísir á, at Ráðið fyri Ferðslutrygd eftirlýsir einum almennum ferðslupolitikki, og at landsstýrismaðurin í november mánaði í fjør lovaði at leggja eitt uppskot fyri tingið, sum tók støði í álitinum um nullhugsjónina.
Ikki bara meira ferðslu
Løgtingsmaðurin hava at vita, um landsstýrismaðurin metir, at tørvur er á einum yvirskipaðum ferðslupolitikki í Føroyum, og hvørjar aðaltættir í uppskotinum verða lagdir fyri løgtingið.
? Tað er óheppið, at vit føroyingar ikki hava ein slíkan yvirskipaðan ferðslupolitikk. Tað átti at verið ein sjálvsøgn, at vit ikki bara útbyggja undirstøðukervið og fylla vegirnar við bilum, men at vit samstundis gera alt, sum er møguligt fyri at betra um trygdina og ferðsluatburðin sum heild, so málið um null deyðsvanlukkur í ferðsluni støðugt stendur ovast á breddanum, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður.









