Hann er uppvaksin í KÍ, men tá ið hann er á lønarlistanum hjá B68, so sigur tað seg sjálvt, at B68 venjarin, Bill Jacobsen, var væl nøgdur, nú hansara fyri aðru ferð í ár fóru av heimavøllinum við fullari úrtøku:
- Hesa ferð vóru vit greitt omaná. Míni hagtøl siga, at vit høvdu ellivu skot á málið hjá Jákupi, sum stóð stinnur, og teir høvdu tvey skot á okkara mál. At vit skoraðu so stutt undan steðginum bar við sær, at teir í 2. hálvleiki vóru noyddir at flyta seg longri fram, og tað passaði okkara heilt væl. Eftir at vit høvdu økt um leiðsluna, var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða.
Og nú skulu tit spæla í Gøtu?
- Tað verður heilt onnur uppgerð. Víkingur er trý stig frammanfyri okkum, so tað fer at hava nógv at siga fyri okkum at vinna. Okkum dámar væl at spæla í Sarpigerði, og vit hava sjálvsálit, nú vit fyrireika okkum til ta uppgávuna, sigur væl nøgdi Bill Jacobsen.









