Bill: Ringasta tíðspunktið á degnum at spæla

Føroyska U-21 landsliðið skal í morgin klokkan 16:30 á Gradski leikvøllinum spæla móti Serbia. U-21 landsliðsvenjarin metir tíðspunktið á degnum verða tað ringasta fyri føroyska landsliðið orsaka av hitanum.

 

- Vit spæla klokkan 16:30(15:30 føroyska tíð) og tað er tað ringasta tíðspunktið á degnum at teir kundu leggja dystin, tí tað verður so heitt, sigur Bill M. Jacobsen.

 

Annars er føroyska U-21 landsliðið í góðum hondum í Serbia. Einasta ivamálið í hópinum er liðskiparin og miðverjin, Rógvi Holm. Annars eru allir menn tøkir til uppgávuna seinna partin í morgin. Hetta er triði dysturin í hesi EM undankappingini

 

Bill M. Jacobsen, letur væl at fyrireikinginum og umstøðunum.

 

- Venjingarnar hava gingið super og vit búgva væl. Vit búgva á einum feriustað á einum fjallatoppi. Tað hevur regnað eitt sindur í dag, men tá sólin kemur fram verður tað sera heitt, sigur Bill.

 

Broytingar á liðnum

 

Bæði Heðin Askham og Bill M. Jacobsen hava sagt, at tað verða broytingar á liðnum í mun til dystin í Norðurírlandi.

 

- Liðið verður ikki sett fyrr enn í morgin. Allir mans eru tøkir, men Rógvi Holm hevur framvegis trupulleikar og er einsata ivamálið, sigur Bill.

 

Føroyska U-21 landsliðið skal spæla á spildurnýggja Gradski leikvøllinum. Hetta er somuleiðis tann fyrsti altjóða dysturin á nýggja leikvøllinum.