Bill og TB taka ímóti toppliðnum

Í hvussu so er í dag aftrat hevur Bill Jacobsen ábyrgdina av TB

Eftir ikki serliga sannførandi avrikið ólavsøkudag í Sarpugerði taka Bill Jacobsen og TB seinnapartin ímóti toppliðnum HB, sum aftur ólavsøkudag vísti, at eitt av eyðkennunum við toppliðum er, at tættar uppgerðir koppa teimum til fyrimunar. Á ólavsøku var tað fyrst og fremst Símun Samuelsen, sum var væl upplagdur og skoraði øll HB málini í 3-2 sigrinum á NSÍ.

 

Bill Jacobsen hevði ólavsøkudag fyrstu ferð ábyrgdina av TB liðnum. Umstøðurnar loyvdu ikki stóru broytingunum, tí Bill og TB høvdu bara vant saman tríggjar ferðir, áðrenn ólavsøkutúrin norður í Sarpugerð.

 

Í dag verður avbjóðingin hjá TB og Bill Jacobsen ikki minni:

-Fyrri hálvleikur ímóti Víkingi var ikki góður. Í steðginum tosaðu vit um tingini og justeraðu liðið nakað, og tað var nógv betri í 2. hálvleiki, tá ið vit kundu havt skorað okkurt mál aftrat umframt tað, sum innskifti Ragnar Tausen skoraði eftir innlegg úr vinstru, sigur Bill Jacobsen, sum í hvussu so er sí dag aftrat hevur ábyrgdina av TB.

 

Nú hava Bill og TB arbeitt saman í eina viku. Setningurin er at fáa sjálvsálitið og nærlagnið upp á pláss. Seinnapartin fæst at síggja, um onkrar broytingar verða á liðnum.

 

HB hevur vunnið fulla úrtøku fýra tær seinastu ferðirnar, og harvið er sjálvsálitið í toppi. Tað er stór kapping um plássini á liðnum. Á ólavsøku loysti Pál Mohr Joensen av á vinstra vongverja, tí Alex Santos var skaddur, og hann stóð seg væl. Oddbjørn Joensen hevur so mangan sagt, at um hansara menn vísa rætta hugburðin, so eiga teir at vinna ímóti øllum – bæði heima og úti.

 

TB-HB: Lars Múller kl. 15.00