Bill Justinussen heldur tað vera kærkomið, at økið børn og ung verður betri skipað, og Jørgen Niclasen krevur útreiðsluneutralar loysnir á økinum Bill Justinussen úr Miðflokkinum tekur í prinsippinum undir við, at økið børn og ung verður endurskoðað, soleiðis sum Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur boðað frá. Til dømis í sambandi við samdøgurstilboðini til ung, Rókina og Slóðina, sum Bill Justinussen heldur kunnu rekast meira effektivt.
? Vit hava í mongum førum fingið ov lítið fyri pengarnar, sigur hann við Kringvarpið. Hann tekur tó ikki undir við, at familjudeildin á Barnaheiminum letur heilt aftur, tí tað verður nógv dýrari at senda fólk til Danmarkar.
Bill Justinnusen vil tó ikki púra avvísa, at barna- og ungdómsøkið fær eina eykajáttan, verður tað neyðugt.
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, rósar eisini Rósu Samuelsen, fyri at hava sett loysnir í verk á økinum børn og ung. Men ikki øll í samgonguni eru so glað. Hetta varð greitt í gjár, tá Sosialurin kundi avdúka, at Javnaðarflokkurin hevði steðgað øllum politiskum arbeiðið, so málið kundi verða tikið upp í Lítlu Samgongu. Flokkurin segði seg ikki kunna liva við ógvusligu sparingunum á almannaøkinum.
Tí sigur Jørgen Niclasen í dag, at samgongan væntandi fer at loysa trupulleikarnar, men at tær í sofall skulu vera útreiðsluneutralar á fíggjarlógini. Tí má peningurin finnast á øðrum kontum.
- Vit eru samd um, hvar vit finna helmingin av pengunum, men tað verður trupult at finna hina helvtina, sigur hann við Kringvarpið.