Tvey av teimum trimum nøvnunum, sum Argja Bóltfelag ynskir at fáa sum venjara hjá Effo-liðnum eru Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze. AB hevur heilt klárt eyguni eftir einum venjara, sum kann menna yngru spælararnar í felagnum.
Sum skilst, so er AB ikki komið í samráðingum og ein endalig støða fyriliggur ikki næstu dagarnar. In.fo kann í vátta, at Bill McLeod Jacobsen, U21 landsliðsvenjari, og Eli Hentze, fyrrverandi venjari hjá B71, eru tveir av venjarunum AB ynskir at knýta at felagnum.
In.fo hevur eisini skrivað, at Albert Ellefsen hevur verið eitt evni sum venjari hjá B36, men har verður tað eftir øllum at døma Sámal Erik Hentze, sum verður venjari. Tí kundi verið upplagt at sett Albert í samband við Ab, men sum skilst, so er tað ikki ein møguleiki. Albert er eisini í samráðingum við ÍF, sum liggur til at vinna silvurheiðursmerki.










