Tað er í dag klokkan 16:30, at U-21 landsliðið hjá Føroyum skal spæla undankappingardyst á útivølli móti Finnlandi.
Hetta er annar dysturin í nýggju undankappingini hjá U-21 landsliðnum, har tann fyrsti dysturin endaði við einum teprum 1-0 tapi ímóti Azerbadjan á heimavølli.
Føroysku venjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze hava fyri løtu síðani kunngjørt hvørjir teir ellivu eru, sum byrja á tí føroyska liðnum í Finnlandi í dag.
Teir ellivu eru:
Í mál: Elias Rasmussen (Víkingur)
Í verjuni frá høgru: Leivur Joensen (ÍF), Teitur Olsen (TB), Poul N. Mikkelsen (ÍF), Benjamin Heinesen (B36)
Defensivir miðvallarar: Haraldur R. Højgaard (NSÍ), Betuel Hansen (Silkeborg IF)
Fremru miðvallarar frá høgru: Jóannes Bjartalíð (KÍ), Hákun Edmundsson (NSÍ), Meinhard E. Olsen (Vendsyssel FF)
Fremsti maður: Jákup Thomsen (FC Midtjylland)
Liðskipari á føroyska liðnum er sentrali miðvallarin Haraldur R. Højgaard úr NSÍ.
Á bonkinum á føroyska liðnum sita hesir: Niklas Thomsen (AB), Gunnar Vatnhamar (Víkingur), Bartal Wardum (HB), Karstin Højgaard (AB), Gestur B. Dam (B36)
Dysturin millum Finnland og Føroyar byrjar sum omanfyri nevnt klokkan 16:30.