Bill nýggjur B68-venjari

Tað verður Bill McLeod Jacobsen, sum skal standa á odda fyri B68 teir seinastu 4 dystirnar. Afturat Bill skal Øssur Hansen verða hjálparvenjari. Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá B68.

 

Í gjár frættist, at samstarvið við Paula Poulsen og Jóhan Nielsen ikki heldur fram, eftir at tað hevur gingið serstakliga illa hjá B68 alt hetta kappingarárið. Í løtuni liggja teir á niðurflytingarplássi. Vónin við venjaraskiftinum er, at liðið kann koma upp um niðurflytingarstrikuna.

 

Á Toftum vita tey flestu, hvør klakvíkingurin Bill McLeod Jacobsen er. Hann var høvuðsvenjari hjá B68 frá 2008 til 2011 í bestu mansdeildini. Bill hevur eisini áðrenn tað, verið ungdómsvenjari hjá B68.