Bill McLeod, sum er annar av føroysku U21-landsliðsvenjarunum, hevur góðar vónir undan seinasta undankappingardystinum ímóti Danmark. Hann fegnast um, at liðið nú er komið í snúningar.
– Liðið hevur seinastu tveir dystirnar av álvara víst, at vit eru komin har til, at vit kunnu spæla við. Tað hevði verið gott, um vit undan kappingarársbyrjan í fjør høvdu tveir ella tríggjar venjingardystir, soleiðis at vit kundu fingið barnafeilirnar burtur beinanvegin. Í staðin hava vit brúkt kanska tveir undankappingardystir upp á at fáa liðið spælt ordiligt inn. Eg haldi tó, at vit í tveimum teimum seinastu dystunum hava víst, at vit eru við at vera har, og vónandi fáa vit víst tað ímóti Danmark, sigur Bill.
Hann hevur ongantíð stúrt fyri at fara eftir øllum trimum stigunum. Fara tit so eisini eftir sigrinum ímóti Danmark?
– Ja, avgjørt. Vit hava vunnið Russland á heimavølli; tað nyttar ikki at blíva við at koyra upp á tað, men vit hava eisini spælt javnt ímóti Makedonia, sum er eitt útmerkað lið. Serbia, sum er oddalið og danir meta sum favorittar at vinna bólkin, høvdu vit í knøðunum her síðst. Úrslitini hava ligið har og bíðað, men vit hava bara ikki tikið av, heldur hann.
Hvat viðvíkur dirvi og álopskendum fótbólti er føroyska U21-landsliðið kanska tað vágafúsasta føroyska landsliðið í søguni. Á bestan hátt verður stóri undirlutin í fólkatali púra gloymdur og leikararnir fara á vøllin fyri at spæla við um sigurin. Tað er líkt til, at teir so sanniliga eisini ætla tað hesaferð.
– Vit fara at gera tað, sum hava roynt at gera hvønn dyst, og tað er at fyrsta korterið leypa á við øllum tí, sum vit eiga. Vit fara at royna at koma niðan á vøllin at trýsta teir. Onkuntíð hava vit fingið okkurt burturúr og onkuntíð ikki, men oftast kemur tað óvart á hini liðini, at vit tora somikið væl at leypa á. Vanliga klárar eingin alt halda eitt trýst nakað serliga leingi, so aftaná eitt korter detta vit kanska longri aftur, men tað er náttúrligt, sigur Bill, sum tó hevur eina plan B tøka.
– Vit royna so at bylgja og flyta spælið fram á vøllin, leggja okkum aftur og royna at spæla umstilling og mótálop. Vit gera soleiðis, sum vit gjørdu ímóti Makedonia og Serbia, og tað vænti eg, at danir eru fyrireikaðir uppá. Teir síggja sjálvandi eisini sjónbandaupptøkur av okkum, soleiðis sum eisini síggja av teimum. Vit hava fyrireikað okkum til tað spælið, sum teir spæla, vissar Bill McLeod Jacobsen.










