SAMRØÐA
Hann er kanska ikki so kendur í politikki. Nýggi landsstýrismaðurin, Bill Justinussen, hevur stillað upp hvørja ferð síðani valið í 1988. Fyrstu ferðirnar stillaði hann upp fyri Kristiliga Fólkaflokkin. Hann var ein av teimum, sum stovnaðu Miðflokkin í 1991, og við valið í 1990 var hann um reppið at røkka inn á ting í Suðurstreymoyar valdømi.
Hann er av Glyvrum, og tað er eisini í Eysturoynni, at hann hevur stillað upp seinastu ferðirnar.
Hann varð frelstur, tá hann var 13 ár. Hann er sonur Gunnvu og Bjørn Justinussen, og nú er hann eisini landsstýrismaður ? 38 ára gamli Bill Justinussen.
?Tað er væl eitt tað hægsta ella eitt av teimum ynskjunum, tú kanst hava í royndunum at fáa ávirkan, at gerast tingmaður ella landsstýrismaður, sigur Bill Justinussen, tá spurt verður eftir orsøkini til, at hann hevur valt at átaka sær hendan álitissess.
?Eg leyp tó ikki út í tað. Eg havi hugsað meg væl um, tí eg ynski ikki, at hetta skal ganga útyvir familjuna, sigur Bill
Familja og heilsa
Bill Justinussen verður landsstýrismaður í familju- og trivnaðarmálum. Hetta er at meta sum ynskistøða fyri Miðflokkin, sum undan valstrínum bar fram ynski um ein familjumálaráðharra.
Økið hjá Bill Justinussen kemur at umfata alt sjúkrahúsverkið og øll øki innanfyri heilsu. Eisini fara íbúðarmál, dagstovnar og rúsevnismál at hoyra undir økið hjá Bill Justinussen. Nýggi landsstýrismaðurin av Glyvrum fer at halda til saman við landsstýrismanninum í almannamálum í Almanna- og heilsumálastýrinum. Fyribils hevur ikki verið tosað um, at víðkað stýrið.
Hesi mál, ið Bill Justinussen nú skal umsita, eru tey somu, ið Miðflokkurin legði størstan dentin á í valstríðnum.
?Mann vil við einum landsstýrismanni í familjumálum hyggja eitt sindur frameftir. Vit vilja arbeiða við fyribyrging og heilsufremjan ístaðinfyri bara at royna at sløkkja eldarnir, sum tað ofta hevur verið við verandi stýrum,serliga tí arbeiðsbyrðan hevur verið so stór, sigur Bill Justinussen.
Hugburðurin broytast
?Eg vil styrkja um upplýsingina. Endamálið er at fáa eina hugburðsbroyting, sigur ein avgjørdur Bill Justinussen.
Rúsevnismál hoyra eisini undir hansara málsøki, og har ætlar nýggi landsstýrismaðurin at leggja serliga stóran dent á fyribyrging.
?Upplýsing fram um forboð, ljóðar aðalsetningurin í politikkinum.
?Eg haldi, at vit skulu læra fólk ikki at drekka, heldur enn at læra tey at drekka. sigur Bill Justinussen.
Bill Justinussen og Miðflokkurin meta, at tað hevur stóran týdning, at mann fer væl við sálini, og teir raðfesta eisini lívskvalitetin ovarliga.
Ætlanin hjá Bill er at gera kanningar fyri at finna útav meira um lívskvalitetin hjá tí einstaka, har støði verður tikið í ynskjunum hjá tí einstaka.
? Familja skal vera kjarnin í samfelagnum.Hendan samgongan er samd um, at heilsu- og familjuøkið skal raðfestast ovarliga, sigur Bill Justinussen.
Skúlalæknin fyrst
Eitt av lyftunum í valstríðnum frá Miðflokkinum var at seta eina skúlalæknaskipan í verk. Hesum ætlar Bill Justinussen eisini at virka fyri frá byrjan av sum sítt fyrsta mál sum landsstýrismaður.
Eisini skal hann og stýri í holt við at orðað ein framtíðar familju- og heilsupolitikk, og hetta verður heldur ikki nøkur hissini uppgáva.
Ætlanirnar hjá Bill Justinussen eru eisini at halda fram við trimum sjúkrahúsum í Føroyum, og hann roknar eisini við, at tá Norðoyatunnilin vil gera tað møguligt at Eysturoynni kann gera sær meira dælt av sjúkrahúsinum í Klaksvík.
Bill metir eisini, at tað fer at gera hansara uppgávu munandi lættari í mun til hansara undangongumann, at eitt sjúkrahús í hesum døgum verður bygt.
Eisini ætlar Bill Justinussen at virka fyri lógum, ið betra um trivnaðarstøðuna.
Kristindómur
Sum Miðflokkinum so líkt leggur Bill Justinussen eisini stóran dent á tað andaliga lívið - kristnu lívsáskoðanina.
?Eg varð frelstur, tá eg var 13 ár. Tað hevur eisini ávirkað meg nógv í politikki, sigur Bill Justinussen.
?Tit koma at merkja tað, at tað nú kemur ein landsstýrismaður úr Miðflokkinum, sigur Bill Justinussen.
Hann heldur, at nú Miðflokkurin hevur fingið ein landsstýrismann, so kann vera við til at fáa flokkin at veksa.
Tíðin fer at vísa, hvat Bill Justinussen fer at fáa burturúr, nú hann verður landsstýrismaður.