Bill Justinussen nýggjur næstformaður í Útnorðurráðnum

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, er valdur til formann fyri føroysku sendinevndina í Útnorðurráðnum.

Eftir avtalu sínámillum tekur hann yvir starvið frá Henrik Old, løgtingsmanni, som hevur verið formaður síðan løgtingsvalið í oktober 2011.

Formaðurin í føroysku sendinevndini situr í formansskapinum í Útnorðurráðnum, og er Bill Justinussen tí næstformaður Útnorðurráðnum.

Í formansskapinum sita eisini Josef Motzfeldt, formaður, sum er formaður fyri Inatsisartut og Ólína Þorvarðardóttir, næstformaður, limur í Altinginum og tað eru tey trý, sum síggjast á myndini, har Bill Justinussen stendur ytst høgrumegin.

Bill var landsstýrismaður í familju- og heilsumálum 2002-2004. Hann hevur verið løgtingsmaður síðan 2004 og limur í Útnorðurráðnum síðan 2011. Hann hevur verið limur í Fíggjarnevnd Løgtingsins síðan 2008, limur í Trivnaðarnevndini síðan 2011.

Hann var formaður í Løgtingsins mentanarnevnd í 2008 og limur í skúlastýrinum fyri Runavíkar kommunuskúla frá 2002-2008.