Skip to main content
Nei, tað haldi eg ikki tað er eitt tekin um. Hatta er ein skipan, sum er galdandi í nógvum øðrum londum, og hatta er eitt handilshugskot hjá Trygd fyri at tjena pengar.
Hatta er ein ítøkiligur trupulleiki, sum vit mugu viðgera politiskt, í hvønn mun tað almenna má taka handa spurningin upp, soleiðis at øll fólk hava somu tilboð. Tað, sum okkara solidariska skipan virkar fyri, er, at vælferðarskipanin ikki ger mun á okkara borgarum.
Stættarstríð - ja, hetta er eitt úttrykk fyri tað, sum hendir í Føroyum í dag, og tá haldi eg, at orðið stættarmunur er eitt fínt orð, tí vit síggja ein vaksandi mun á fólki í dagsins Føroyum, og tað er ein ítøkiligur trupulleiki.
Tað er tað helst, tí tilboðið er jú grundað á at ferðamøguleikarnir eru ótrúliga góðir.
Gott veit eg ikki um tað er. Tað verður meiri ein kapping um pengarnar, og hatta reisir rættiliga nógvar spurningar. Fer Trygd at keypa viðgerðir frá Landssjúkrahúsinum og í hvønn mun skal sjúkrahúsið kommersialiserast.
Nei, tað verður ov lítið gjørt við tann partin frá politiskari síðu. Tað hevur alla tíðina verið sagt, at tað riggar fínt og tað er ikki neyðugt at gera nakað. Játtanin er í ov stóran mun tað politiska arbeiði, og ov fá krøv verða sett til, hvussu pengarnir verða nýttir.
Sjálvandi kann játtanin altíð vera størri, men eg haldi, at fyri teir játtaðu pengarnar í dag, fáa vit ov lítið burturúr.