Bill McLeod Jacobsen var venjari hjá AB, tá argjamenn tann 17. apríl spældu 1-1 javnleik móti Skála. Hetta varð samstundis fyribils seinasti dysturin, sum Bill var venjari hjá AB, tí fáar dagar seinni varð kunngjørt, at Bill og AB vóru komin ásamt um at steðga samstarvinum.
Hendan seinasta dystin varð Bill tó burturvístur frá venjarabeinkinum, eftir at hevði sagt okkurt við fjórða dómaran. Revsingin frá FSF var bann í tveir dystir. Við tað, at Bill gavst sum venjari eftir dystin, hevur hann ikki sitið bannið av sær, og nú er greitt, at bannið hongur við í 12 mánaðir. Við øðrum orðum vil tað siga, at verður Bill settur sum høvuðsvenjari komandi 12 mánaðirnar, so byrjar hann í nýggja starvinum við tveimum daga leikbanni.