Bill: Hetta er fantastiskt

(Ljóðsamrøða) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Bill McLeod Jacobsen, landsliðsvenjara

Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham kunnu stórfegnast um enn eitt U21 bragd, og tey hava verið rættiliga mong hesi undanfarnu fimm árini.

 

Í samrøðu við Trónd Arge aftaná dystin staðfesti Bill, at hann og Heðin høvdu nærgranskað spælið hjá Montenegro væl. Tað kom ongantíð uppá tal bara at hava eitt verjukent útgangsstøði, heldur varð valt at herja á, tí føroyska liðið hevur fingið mál í teimum flestu dystunum í undankappingini. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Bill McLeod Jacobsen.