Bill heldur fram í B68

Tað hevur gingið framúr væl hjá B68 hesi seinastu tvey árini, táið klaksvíkingurin Bill McLeod Jacobsen hevur verið høvuðsvenjari.

Týskvøldið var tað greitt, at samstarvið millum B68 og Bill Jacobsen fer at halda fram tvey tey næstu árini, og tað eru tey fegin um á Toftum, sigur B68 heimasíðan, sum leggur aftrat:

Hóast sín unga aldur hevur Bill nógvar og drúgvar royndir sum venjari í føroyskum fótbólti, har hann fyri tað nógva hevur verið ungdómsvenjari serliga hjá FSF, men eisini hjá B68. Bill hevur hinvegin ikki tær stóru royndirnar sum leikari, men tað hava José Mourinho og Arsene Wenger nú heldur ikki.

Tofta Ítróttarfelag, hevur longu longt sáttmálarnar við flestu av leikararunum, og tá Bill eisini hevur longt sín sáttmála, sær mann sera ljóst upp tá tað til komandi ár. Í ár hevur tað eisini gingið nógv betur hjá B68 enn tey flestu høvdu roknað við, og úrslitini tala fyri seg.

Leygardagin fer B68 í síðsta umfarinum at spæla í Gundadali ímóti B36. Tá hevur B68 møguleika at tryggja sær atgongumerki til europiska luttøku næsta summar.