Fótbóltur
- Skuffandi úrslit. Tað var 1-0 líka til dystarenda. Tað síðsta, sum hendi í dystinum var, at teir skoraðu, so tað er eitt sindur deprimerandi, sigur Bill McLeod Jacobsen, venjari hjá U-21 landsliðnum úr Moskva.
Fyrra málið kom eftir 20 minuttirs spæl, tá Hans Jørgensen vippaði bóltin upp á yvirleggjaran, men har føroyska verjan var ov sein til at fylgja upp.
- Vit spældu fínan fótbólt. Smáspælið hjá okkum á miðjuni riggaði væl, og verjan stóð sterk. Finnur Justinussen var í álopinum, stuðlaður av Christian R. Mouritsen. Seinni bleiv Jóan Símun Edmundson fluttur fram í álopið, og tá bleiv Finnur Justinussen fluttur út á veingin. Vit høvdu 5-6 rættiliga stórar málmøguleikar, har Steinarr Kamban hevði tann størsta ímóti dystarenda. Hann fekk innaru síðuna á bóltin, men tíverri fór royndin beint á russiska málverjan, greiðir Bill McLeod Jacobsen frá.
Bill heldur, at debutanturin, Steinarr Kamban gjørdi tað gott í dag. Bill heldur, at ein eitt-málssigur til Russland hevði verið eitt rættvíst úrslit, tí yvir allan dystin var Russland betri enn Føroyar, men hann staðfestir, at 1-0 hevði sæð væl betri út enn 2-0. Men 2-0 ímóti einum sterkum russiskum liði á útivølli er á einari leið.
- Men leikliga eri eg nøgdur, vit spældu ein fínan dyst, undirstrikar Bill McLeod Jacobsen.
Leikliga avrikið gevur eisini vónir um eitt líkinda úrslit ímóti Rumenia í komandi viku. - Vit spæla longu týsdagin aftur, og tað kann kosta í kreftum, serliga á miðjuni, segði Bill McLeod Jacobsen úr Moskva.