Amerikanski ríkmaðurin leggur nú frá sær, og fer at takast við vælgerandi arbeiði fulla tíð Bill Gates, sum saman við Paul Allen stovnaði Microsoft í einum bilskúri í 1975, hevur sín seinasta arbeiðsdag í fyritøkuni í dag.
Gates, sum er ein av heimsins ríkastu monnum fer frameftir at brúka alla sína tíð til vælgerandi endamál gjøgnum »Bill and Melinda Gates Foundation«, sum hann hevur stovnað saman við konu síni.
Eftir áratíggir í fremstu røð fer Gates nú frá Microsoft, sum skal tillaga seg eini tíð, har telduverðin er undir stórum broytingum, og har teldurisin er í stórari kapping við eitt nú Google og Apple MacIntosh.
Tríggir persónar skulu røkja størvini, sum Bill Gates hevur havt. Ray Ozzie verður leiðandi software arkitektur, Craig Mundie skal leiða gransking og strategi, meðan Steve Balmer verður forstjóri í Microsoft, sum hevur høvuðssæti í Redmond í statinum Washington.
Bill Gates heldur tó fram sum nevndarformaður og størsti partaeigari í Microsoft.










