Bill Gates er við í stórum átaki, sum skal gera algur til olju og benzin. Um tað eydnast, verður tað ein kollvelting á orkuøkinum, sum kemur at flyta magtjavnvágin bæði á útboði og eftirspurningi eftir olju og benzini.
Tað er fyritøkan Sapphire Energy, sum er komin sera langt við uppgávuni at gera algur og aðrar mikroorganismur til olju, sum so kann raffinerast til benzin og dieselolju og eisini til flúgvarabenzin. ?Green Crude?, sum fyritøkan kallar uppfinningina, skal nýta sólarljós, og jørð, sum ikki verður nýtt til matframleiðslu, eisini skulu teir nýta vatn.
Tað er bygt eitt royndarverk í New Mexico í USA. Um alt gongur eftir ætlan, so kemur Sapphire Energy um trý til fimm ár at framleiða 10.000 tunnur av olju við góðsku, sum kann samanberast við ?light sweet crude?.
Sapphire Energy hevur júst fingið nýggjan pening til verkætlanina, íalt hava teir nú 100 milliónir dollarar, og tað eigur sambært felagnum at verða nokk til verkætlanina og eisini til keyp/bygging av allari íløguni til at fara undir lønandi framleiðslu.
Ein av íleggjarunum er Bill Gates, sum við sínum íleggjarafelag Cascade Investment, er við í ætlanini við eini stórari upphædd. Tað sigst at Bill Gates og konan Melinda eru góð fyri 294 milliardir krónir, tá skal havast í huga, at tey hava latið 170 milliardir til vælgerandi endamál.