B68 venjarin, Bill Jacobsen, var fegin um, at tað hevði eydnast hansara monnum at venda hóttandi 3-1 tapi til javnleik.
- At spæla javnt á heimavølli er ikki nóg gott, um tú ætlar tær at vera við í toppinum, men sum tað lagaði seg í dag kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir. HB vísti betri fótbóltsspæl enn vit, men moralurin var góður, og enn eina ferð eydnaðist tað at svara aftur.
Við hesum sipaði Bill til, at fleiri ferðir fyrr í ár hevur B68 ligið undir við einum og tveimum málum og kortini fingið úrtøku.
- Í 2. hálvleiki fluttu vit nógv fólk fram, og tá spældu við longdum sendingum og primitivt. Vit spældu ikki so væl, sum HB gjørdi, men kortini eydnaðist tað at vinna úrtøku, og tað eri eg nøgdur við, staðfesti B68 venjarin.