Seinnapartin fer Bill Jacobsen fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina av besta liðnum hjá NSÍ.
Higartil hevur hann havt ábyrgdina av liðnum í fyrstu deild og U-21 liðnum. Týskvøldið varð heitt á hann at hava ábyrgdina av besta liðnum. Hvussu leingi tað verður, er framvegis óvist. NSÍ og Bill Jacobsen vandu saman mikukvøldið og so aftur allar dagarnar fram til og við í gjár.
-Spælararnir eru væl fyri. Setningurin er eftir tap ímóti Víkingi og javnleik í Fuglafirði avgjørt at rokna við møguleikanum, at vit hava møguleika at vinna ímóti B36 í Gundadali, og tað gera vit, sigur Bill Jacobsen.
Hjá NSÍ er miðverjin Jóhan Troest Davidsen tøkur aftur eftir leikbann. Tað er kapping um plássið millum stólparnar. Tá ið Tórður Thomsen var skaddur, tók Kasrtin Hansen á seg at verja málið. Nú er Tórður Thomsen tøkur aftur.
B36 hevur 27 stig fyri 16 dystir, og NSÍ hevur 28 stig fyri 17 dystir. Við heimasigri í dag flytur B36 fram á fjórða plássið, sum við kappingarlok ber atgongumerki til Europa við sær. Hjá B36 er Magnus Holm Jacobsen leikbannaður, og tað er ivasamt, um miðverjin Bjarni Petersen er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av fótskaða.
-Um vit skulu vinna ímóti NSÍ, so er neyðugt, at spælararnir frá fyrsta bríksli vísa hugburðin og viljan, sum teir vístu í Gøtu, tá ið Magnus Holm Jacobsen var útvístur, og vit vóru undirmannaðir. Spælararnir vita væl, at tað er neyðugt, at teir vera betur upplagdir ímóti NSÍ, enn teir vóru meiri enn fyrsta tíman í Gøtu sunnudagin, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík.
Tá ið B36 á summarmála var í Runavík, vann heimaliðið 4-2.