Fyrrverandi amerikanski forsetin skal virka sum senligur ST-umboðsmaður í Haiti Ein kelda í ST váttar fyri blaðnum Miami Heral, at Bill Clinton verður formliga tilnevndur í morgin.
Tað er ikki av tilvild, at ST hevur valt júst Bill Clinton til hetta starvið, tí hann hevur leingi roynt at fáa umheimin at hjálpa Haiti, sum fór illa av troopiskum ódnum í fjør. Fyri tveimum mánaðum síðani vóru Clinton og ST-aðalskrivarin í Haiti og kunnaðu seg um viðurskiftini, og tá bað Clinton altjóða samfelagið veita hjálp.
Í síðsta mánað samtyktu 28 lond og fígginfarstovnar at lata Haiti 324 milliónir dollarar ella 1,8 milliard krónur í hjálp.










