Bill Clinton í Norðurkorea

Heilt óvæntað er fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton farin til Norðurkorea at royna at fáa myndugleikarnar at lata tvær amerikanskar tíðindakvinnur leysar. Tær báðar vórðu tiknar fyrr í summar og vórðu dømdar 12 ára revsiarbeiði fyri at vera komnar ólógliga um markið úr Kina.

Tað hevur vakt ans, at Clinton er farin til Norðurkorea, júst sum USA og Norðurkorea keglast um tær norðurkoreonsku rakettroyndirnar og landsins kjarnorkuverkætlan.

Fleiri eygleiðarar samanbera ferðina hjá Bill Clinton við ferðina hjá fyrrverandi forsetanum Jimmy Carter til Norðurkorea í 1994, tá Clinton var forseti.