Stutt fyri jól meldaði tónleikabólkurin 200 hvalvíkarprest, Mogens Tilsted Christensen, fyri at hava úttalað seg niðrandi um samkynd. Fútin metti tó ikki, at grundarlag var í revsilógini fyri, at ákæra prestin.
Nú hevur fútin so aftur fingið eitt líknandi mál. Hesaferð er tað løgtingsmaðurin hjá Miðflokkinum, Bill Justinussen, sum í lesarabrævi heitir á fútan um at ákæra listamannin Ole Wich fyri eitt átak á sínari heimasíðu, har hann hevur gjørt myndir, ið fólk kunnu taka niður. Eitt nú stendur orðið homoFObia undir føroyska flagginum, Merkið, á onkrum av myndunum.
Hetta er fallið Bill Justinussen fyri bróstið.
Í brævi sínum til fútan sigur løgtingsmaðurin m.a.: Eg fari harðliga at mótmæla, at Ole Wich á ein so vanvirðisligan hátt dregur spott og skomm yvir Merkið og harvið land okkara, Føroyar, og allar føroyingar. At síggja óunniligu plakatirnar ella hvat tað nú er, sum hesin maður hevur framleitt, minnir í míni verð um landasvik. Ongin eigur at sleppa væl frá at knýta navnið homoFObia at bæði Merkinum og landi okkara. Tí fari eg á hendan hátt alment at heita á fútan um at reisa ákæru mótvegis hesum manni, tí sum føroying kenni eg meg vanvirdan, spottaðan og háðaðan.
Ikki list
Í samrøðu við Sosialin sigur Bill Justinussen, at hann metir at Ole Wich á ein smakleysan hátt vanvirðir Merkið og traðkar á okkara samleika sum fólk, og kallar hetta ótruliga sarkastiskt.
Bill Justinessen dugir ikki rættiliga at siga, hvat hann væntar at fáa burtur úr hesum, men spurdur um hann metir tað vera rætt at honum sum politikara, at leggja seg út í arbeiði hjá listafólki, sigur Bill Justinussen:
- Tað havi eg ikki rættiliga hugsað um, men eg meti ikki hatta hava nakað beinleiðis við list at gera, men heldur at reka spott.
Bill Justinussen heldur fram við at spyrja, hvørjar afturmeldingarnar høvdu verið, um t.d. tað sama hevði verið gjørt við jødastjørnuna ella aðrar líknandi ímyndir, og sigur, at Merkið eisini ímyndar okkara kristnitrúgv. Bill Justinussen metir tí eisini, at átakið hjá Ole Wich kann fatast sum gudsspottan.
Fremmand skulu ikki niðra Merkið
Spurdur, um hann ikki metir seg skerja talufrælsið hjá listamanninum Ole Wich, svarar løgtingsmaðurin, at hann ikki hevur dømt nakran, men hevur meldað Ole Wich, tí hann metir, at tað eiga at vera mørk fyri, hvat ein kann siga um onnur. Eisini um samkynd, sigur løgtingsmaðurin, sum var ein av teimum 20 løgtingsmonnnunum allir vóru nevniliga menn sum atkvøddu ímóti at skoyta samkynd upp í diskriminatiónsparagraffina.
Tá miðflokkamaðurin verður spurdur, um hann eisini hevði meldað Ole Wich, um 200 ikki høvdu meldað hvalvíkarprest fyri jól, svarar hann:
- Tú kanst gott siga, at hugskotið kemur haðani, tí tað kann vera áhugavert at royna ta duellina. Tíðindaflutningurin hevur verið sera einvísur og hevur bara snúð seg um rættindini hjá samkyndum, og tað kundi verið áhugavert at frætt, um hetta eisini er galdandi fyri aðrar partar av samfelagnum.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvørjar partar?
Í hesum førinum er talan um øll. Tað eigur at vera eitt mark fyri, hvussu man fer við hvørjum øðrum, sigur Bill Justinussen.
Løgtingsmaðurin sigur seg ikki kenna Ole Wich, og sigur heldur ikki vita hvønn tjóðskap hann hevur, men Bill Justinussen staðfestir, at Ole Wich skrivar á donskum. Í hesum sambandi sigur Bill Justinussen:
- Tað lítur í eyguni, at tað er ein fremmandur, sum ger hetta, tí eg haldi ikki, at nakar føroyingur kundi funnið upp á hetta, og leggur afturat, at Merkið er eisini merki hjá teimum samkyndu í Føroyum.