B68 venjarin, Bill Jacobsen, visti ikki heilt, hvussu hann skuldi venda sær, tá ið hann skuldi umrøða oyggjauppgerðina:
- Eg eri upp á ein máta vónbrotin av, at vit ikki megnaðu at vinna, tí eg haldi, at vit leikliga vóru omaná, og at vit høvdu so stórar møguleikar í evstu løtu. Men á hinari síðuni, so var tað óført at koma aftur í aftur, eftir at teir so stutt fyri leiklok høvdu verið frammanfyri við tveimum málum.
- Vit rokeraðu eitt sindur, tá ið teir høvdu lagt seg framum 3-1, og tað var gott, at tað so skjótt eydnaðist at minka um munin. Eg eri stoltur av avrikinum, sum okkara framdu í Gøtu, var staðfestingin hjá B68 venjaranum









