Týskvøldið 25. november var bilkvøld fyri kvinnur hildið á bilasøluni Auto Service við Oyggjarvegin í Havn. Hetta var fyrsta kvøldið at trimum, sum tilsamans umleið 150 kvinnur hava teknað seg til.
Einar 50 kvinnur í ymiskum aldri høvdu teknað seg til hetta fyrsta kvøldið av sínum slagi.
Kvinnurnar møttu í móttøkuhølunum og fingu hvør sína hvíta arbeiðsdrakt at lata seg í, áðrenn tær skuldu inn á verkstaðið at læra um og arbeiða upp á bilar.
Á verkstaðnum undirvísti Elin Djurhuus biltøkningur kvinnunum í tí mest grundleggjandi sum t.d. at máta olju, frostvesku, sprinklaravesku, og hvar hesi ymisku tingini eru. Síðan vóru kvinnurnar býttar upp í bólkar, sum fóru við einum mekanikara til teir ymisku bilarnar, har tær sjálvar royndu seg við at skifta hjól, perur, viskarabløð og nógv ymiskt annað.
Aftaná vórðu tær bodnar inn í stóru framsýningarhøllina, har tær fingu ein lættan bita og eitt prát um tað tær høvdu lært. Kvøldið endaði við einum fyrilestri hjá Lydiu Petersen, stylisti úr Klaksvík, um at finna sín egna stýl innan hár- og klædnamóta. Aftaná fingu kvinnurnar hvør sína gávu frá Auto Service.
Hini bilkvøldini vera mikukvøldið 26. og hóskvøldið 27. november, sum bæði eru fultteknaði. Fyrireikararnir av bilkvøldunum: Annika Weihe, Elin Djurhuus og Margit Bjørklund Nielsen, siga, at møguliga verður skipað fyri fleiri slíkum kvøldum í komandi ári.
Meira um bilkvøldið á Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 16.05 (verður endursent fríggjadagin kl. 8 og leygardagin kl 13).










