– Vit eru ein stór fyritøka í samfelagnum, og vit kenna tað sum okkara skylda at stuðla, har sum tað gevur meining. Men vit mugu eisini geva tí vanliga føroyingunum ágóðar og bíligari ferðaseðlar.
Tað sigur Allan Skaalum, marknaðarleiðari hjá Atlantsflog.
Nýggja strategi'in hjá Atlantsflog merkist hjá teimum, sum skipa fyri tónleikatiltøkum.
Seinastu nógvu árini hevur Atlantsflog brúkt nógvar pengar upp á at stuðla tiltøkum av øllum handa slagi. Men tað er ein farin tíð og tað er ikki væntandi, at Atlantsflog fer at vera líka gávumilt í framtíðini, sum tað hevur verið higartil.
Í gjár segði Gudmundur Djurhuus, fyrireikari av festivalinum MíttLand, at nýggja strategiin hjá Atlantsflog ávirkar festivalin so mikið, at fleiri nøvn allarhelst vera tikin av skránni.
Allan Skaalum, marknaðarleiðari hjá Atlantsflog slær nú fast, at felagið enn fer at stuðla tiltøkum, men broytingar fara at koma í stuðulsskipanina hjá Atlantsflog.
Trýstið á pílin undir myndir fyri at hoyra samrøðu við Allan Skaalum.









