Bíligast at búgva við Gjógv og dýrast at búgva í Elduvík

.

Gjógv er besta skattaparadís í Føroyum.

Hinvegin verður tú ongastaðni píndur so illa í skatti, sum í Elduvík.

Ein yvirlit, sum Toll og Skattstovan hevur gjørt yvir kommunuskattin í øllum teimum 49 kommununum í Føroyum, vísir, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu nógv tey betala í skatti í teimum ymsu kommununum.

Á einum greiðum fyrstaplássið liggur Gjógv. Gjáarfólk betala ikki meiri enn 16% í kommunuskatti og tað er tað lægsta, tað kann verða.

Hinvegin er barnafrádrátturin við Gjógv eisini tann hægsti í landinum við tað at gjáarfólk sleppa at draga 5.000 krónur frá fyri hvørt barnið.

Tann lági skatturin, og tann høgi barnafrádrátturin, ger, at Gjógv er so nógv tann bíligasta kommunan í Føroyum at búgva í.

Men teimum á baki koma svínoyingar.

Svínoyingar betala eisini 16% í kommunuskatti, men har er barnafrádrátturin 4.200 krónur, áttahundrað krónur minni enn við Gjógv.

Og beint í hølunum á svínoyingum koma Fámjiningar. Har betala tey somuleiðis 16% í kommunuskatti, men har er barnafrádrátturin 4.000 krónur, tað er 1.000 krónur minni enn við Gjógv.


Nógv dýrast í Elduvík

Fara vit so í hin endan á talvuni, sæst, at Elduvík er so nógv tann dýrasta kommunan at búgva í.

Har er skattaprosentið tað hægsta, tað kann verða, nevniliga 23%.

Og har er barnafrádrátturin bara 1.500 krónur.

Men tað eru eisini aðrar kommunur, har tað er dýrt at liva.

Miðvingar betala eisini 23% í skatti, men har hava teir eisini 0,25% í kirkjuskatti. Har er barnafrádrátturin tó 2.000 krónur.

Næsta sama skilið er í Vestmanna, har skatturin er 23%, barnafrádrátturin 2.000 krónur og kirkjuskatturin 0,21%.

Av øðrum dýrum kommunum kunnu nevnast Skopun, Sandur, Og tær tríggjar kommunurnar í Suðuroy, Tvøroyri, Porkeri og Vágur.

Í blaðnum prenta vit yvirlitið yvir skattaprosentið í øllum kommununum í ár, við barnafrádráttinum og kirkjuskattinum, alt samanborið við í fjør.