Fyri barnafamiljur ger hetta stóran mun. Ein vanlig barnafamilja við tveimum blæubørnum kann lættliga spara einar 3.000 kr. um árið, nú mvg’ið er tikið av eplum, grønmeti og blæum.
Hetta er enn eitt stig á leiðini at gera gerandisdagin lættari hjá vanligum fólki, sum kenna sviðan av hækkandi prísum seinastu árini. At taka mvg’ið av gerandisvørum kemur aftrat øðrum stigum, sum vit hava tikið, so fólk fáa fleiri tøkar pengar at keypa fyri.
Skattalætti er veittur og lønarlyft er givið. Lønarhækkingarnar hava verið óvanliga stórar og eisini er útgjaldið í barsilsskipanini hækkað. Og her í heyst hava vit samtykt, at hækka barnafrádráttin og at hækka lestrarstuðulin við 1000 kr. komandi skúlaár.











