Bíligari ferðaseðlar í morgin

Atlantic Airways lækkar prísirnar við 10 prosentum í mun til dagsins prísir.

Á tíðindafundi í morgun boðaði Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflog, frá, at Atlantic Airways í morgin lækkar ferðaseðlaprísirnar í mun til dagsins prísir.

 

Atlantsflog fer nú undir at bjóða ferðaseðlarnar Tíðliga og Altíð, umframt 799, sum longu nú er at fáa.

 

Prísirnir í Tíðliga og Altíð, ið svara til semiflex og fullflex-ferðaseðlarnar, felagið nýtir í dag, verða um 10 prosent bíligari, um bílagt verður í góðari tíð.

 

Atlantsflog hevur eisini gjørt tað einfaldari at bíleggja ferðaseðlar á netinum, tað verður bíligari at ferðast við børnum, og broytingargjøldini fyri ferðaseðlarnar verður eisini bíligari.

 

Prísirnir fyri nýggju sløgini av ferðaseðlum eru úr 949 krónum fyri Tíðliga og 1849 krónum fyri Altíð, ið svarar til eina lækking upp á 10 prosent í mun til verandi prísir.