? Vit vilja taka framum gistingarhús, ið ikki skeinkja rúsdrekka. Tey skulu fáa ein fyrimun, sigur Ásbjørn Jacobsen, aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya.
? Eisini vilja vit geva fráhaldsfólki ein annan góðan valmøguleika í hesum tíðum, har at fleiri matstovur og gistingarhús fáa sær skeinkiloyvi, og har tað meir og meir verður prentað niður í okkara fólk, at ein ikki kann eta nakað uttan at njóta rúsdrekka afturvið. Vit halda tvørturímóti ikki, at tað er ónatúrligt ella løgið at fara út at eta uttan rúsandi løg
Avsláttaravtaluna hevur Blái Krossur Føroya gjørt við tey trý føroysku sjómansheimini, Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar Sjómansheim. Allir blákrosslimir, sum hava goldið limagjald, fáa eitt avsláttarkort fyri mat og gisting á sjómansheimunum, og kunnu gera nýtslu av avslátrinum.
Máltíðir og gisting
Avtalan inniber at liminir fáa 20% í avslátri fyri gisting á øllum sjómansheimunum. Hetta er tó bara galdandi vetrarhálvuna, fyri ikki at órógvað summarhálvuna, tá ið sjómansheimini frammanundan hava úr at gera.
Avsláttur fæst eisini fyri máltíðir á sjómansheimunum. Hetta er tó skipað á tann hátt, at tá ið ein hevur keypt seks máltíðir av einum slag og harvið fingið seks stempul frá sjómansheimunum í kortið, gevur tað rætt til eina nærri tilskilaða ókeypis máltíð.
Ynskja fleiri limir
Ásbjørn Jacobsen dylir heldur ikki fyri, at ein onnur grund at farið er í gongd við hetta tiltakið er at fáa fleiri at gerast limir í Bláa Krossi.
? Við soleiðis at geva limunum ávísar fyrimunir, vóna vit at fleiri tekna seg sum lim, samstundis sum tey, ið eru limir, framhaldandi vilja vera limir og lættari vilja gjalda limagjaldið, sigur hann. Hann ynskir gjarna at tað aftur verður ?cool?, ?inn? at vera blákrosslimur.
Ynskja at vera í rúsfríum umhvørvi
Jeffri Johannesen, fyri?støðumaður á Tórshavnar Sjómansheimi, sigur at sjómansheimið gjara vil stuðla einum hesum tiltakinum og harvið gera tað meir ?inn? at sita ámatstovum, ið ikki skeinkja rúsdrekka.
? Tað eru fleiri føroyingar, sum ynskja at fara út at eta uttan rúsdrekka og í einum rúsfríum umhvørvi. Hetta hava vit millum annað upplivað við gongdini í caféini hjá okkum. Vit vilja sjálvandi vera við at tryggja henda møguleikan í framtíðini, og hava vit tí eisini valt at geva blákrosslimum fyrimun, sigur Jeffri.