Bíligari at sleppa til kiropraktor í Føroyum

Tað er so dýrt at fara til kiropraktor í Føroyum, at tað forðar nógvum fólk at leita sær hjálp frá teimum

 

Karsten Hansen, landsstyrismaður í heilsumálum, ætlar nú at gera tað bíligari at fara til kiropraktor í Føroyum.

Tað sigur hann, eftir at partamaður hansara í Miðflokkinum, Jenis av Rana, løgtingsmaður, hevur spurt hann um hesi viðurskifti.

 

Jenis av Rana sum eisini er lækni, sigur, at hann hevur ómetaliga góðar royndir av tí arbeiði, kiropraktorar gera.

 

- Útbúgvingin sum kiropraktor er serstakliga góð og teir gera eitt dygdararbeiði, sigur hann.

 

Men fólk, sum fara til kiropraktor, fáa ikki endurgjald frá Heilsutrygd.

 

Tað mesta, Heilsutrygd letur til kiropraktiska viðgerðir, eru 402 krónur um árið.

 

Hann vil tí hava Karsten Hansen at fáa  avtalu ímillum Kiropraktorar og Heilsutrygd, so at endurgjaldið verður størri, akkurát sum tað er til aðrar viðgerðir.

 

Fleiri onnur løgtingsfólk taka undir við hesum tí tey halda, at tað forðar fólki at fara til kiropkraktor, at endurgjaldið er so lítið, tí viðgerðirnar eru dýrar.

 

Karsten Hansen sigur, at hetta eru viðurskifti, hann ætlar at kanna og at fáa í rættlag, tað er ein spurningur um at játta pengar til endamálið og tað fer so at standa til Løgtingi, hvussu stóra játtan, Heilsurtrygd fær.

 

- Tíbetur eru stórir partar av heilsuverkinum komin til ta niðurstøðu, at teir gera eitt gott arbeiði eru til stóra hjálp.