Fuglafjarðar býráð hevur á fundi tann 28. november einmælt góðkent fíggjarætlanina fyri kommununa fyri 2014. Fíggjarætlanin javnvigar við 92.552.650,00 krónum við einum óbroyttum skattaprosenti á 21,5.
Barnafrádrátturin í kommunuskattinum er hækkaður við 500 krónum fyri hvørt barnið úr 5.000 krónum upp í 5.500 krónur, og er hetta triðja árið á rað, at barnafrádrátturin er hækkaður við 500 krónum.
Fuglafjarðar kommuna vísir á, at í rakstrinum er farin fram ein ávís hækking, men á økinum “Børn og ung” hevur býráðið gjørt eina lækking av barnagarðs- og vøggustovugjøldunum á ansingarstovnunum hjá kommununi frá 1. januar 2014 at rokna, eins og ansingargjaldið í frítíðarskúlanum einsini verður lækkað.
- Vøggustovugjald lækkar úr 2.200 krónum fyri hvørt barnið niður í 1.700 krónur ella við 500 krónum um mánaðin. Barnagarðsgjald lækkar úr 1.700 krónum fyri hvørt barnið niður í 1.300 krónur ella við 400 krónum um mánaðin. Gjald til frítíðarskúla lækkar úr 995 krínum fyri hvørt barnið niður í 700 krónur ella við 295 krónum um mánaðin.
Lagt verður aftrat, at systkinafrádrátturin, sum varð samtyktur hin 26. november í 2012, framvegis er galdandi.
- Samtykt er at gera kommunalar íløgur í 2014 á tilsamans 31.750.000,00 krónur og verða hesar útgreinaðar soleiðis: 1) Havnabygging, 2) Skúlabygging, 3) Framhald av nýgerð av vegnum Gjógvará/havnarlagið, 4) Vatnveiting, vegir, kloakkir, útstykkingar og kirkjugarður, 5) Íløgur í eldraøkið, 6) Íløgur í bygningar og 7) Aðrar smærri íløgur, sigur Fuglafjarðar kommuna.










