Bíligar loysnir seta barnið til viks

Herálvur Jacobsen harmast at láglønt verða sett fram um førleikasterkar stuðlar í fólkaskúlanum.

Tey, sum starvast sum stuðlar í fólkaskúlanum, eiga fyrst og fremst at verða sett sambært útbúgving og førleikum. Tað skrivar Lærarafelagið á heimasíðu síni í dag. 

 

Á hvørjum skúlaári verða góðir 2.500 stuðulstímar játtaðir fólkaskúlanum, og býtið er áleið helvt um helvt til lærarar og námsfrøðingar. Sambært Lærarafelagnum, so er ikki altíð soleiðis, at fólk við neyðugu førleikunum og útbúgvingunum verða sett sum stuðlar.

 

Í løtuni arbeiða nevniliga um 70 námsfrøðiligir stuðlar í sernámsfrøðiligu skipanini, har stórur partur av teimum eru ófaklærd. Í tilmælinum um sernámsfrøðiliga økið frá juni 2014 verður annars víst á, at stuðlar eiga at verða settir eftir førleikum og samsvarandi tørvinum hjá einstaka næminginum. 


- Hetta kann tykjast sjálvsagt, men vit vita, at tað eisini verður hugt eftir, hvørjir tímar eru bíligast. Tað vil siga, at setir mann ófaklærd, so fær mann fleiri arbeiðstímar, samanborið við um mann setir fólk við læraraútbúgving, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelagið, Herálvur Jacobsen. 

 

Óhepna fylgjan er, sambært formanninum, at láglønt starvsfólk verða sett, sum hava vánaligar arbeiðsumstøður vegna stóra útskifting. Sostatt gerst trupult at sameina starvsfólk og stuðulsskipan. 

 

- Hetta er ikki í samsvari við, at øll skulu hava eitt gott skúlatilboð, og tað er í stórari andsøgn við grein 24 í ST-sáttmálanum, sum sigur, at øll hava rætt til útbúgving, sama hvat brek tey bera. Vilja vit liva upp til hesa greinina í ST-sáttmálanum, so eiga vit at spyrja, hvat barninum tørvar fyri at læra og mennast, og ikki hvat er bíligast, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.