Kroatiski landsliðsvenjarin Slaven Bilic verður støðugt nevndur í sambandi við ensk feløg, og tað seinasta er, at Bilic skal verða upp á tal at gerast nýggjur venjari í Tottenham. Men sjálvur ætlar Bilic sær ongan veg.
- Tað er smikrandi at verða settur í samband við feløg í Onglandi, men eg havi eitt arbeiði í Kroatia, og tað er tað einasta, sum eg hugsi um, sigur Bilic við BBC.