Bilic argar eingilsmenn

Mikudagin spæla Ongland og Kroatia týðandi HM-dyst, og undan dystinum argar venjarin hjá Kroatia, Slaven Bilic, eingilsmenninar. Hann sigur, at italski landsliðsvenjarin hjá Onglandi, Fabio Capello, hevur givið Onglandi nógv, men hann hevur eisini tikið nakað frá enska liðnum. Bilic nevnir eyðkenda stríðsviljan, sum hann ikki longur sær á liðnum í sama mun sum áður.