Seinnu árini hevur hetta ført til eina rættuliga kapping millum bilverksmiðjurnar, sum gera alt fyri at fáa tey nýggjastu bilmodellini til tær stóru altjóða bilaframsýningarnar í Geneve, Frankfurt, Detroit ella Tokio. Har hava bilaverksmiðjurnar eisini eitt boð uppá framtíðina, við framsýningarbilum við øllum tí nýggjasta, eisini tað sum enn ikki er sett í framleiðslu. À hesum framsýningum fáa tey at vita, hvat kundarnir halda um tey nýggju hugskotini.
Bilaframsýning verður aftur næsta ár
Her hjá okkum eru bilafarmsýningarnar ikki so gamlar, tær komu eftir at ítróttar og samkomuhøllirnar vórðu bygdar runt um í landinum. Hjá teimum sum hugsa um at keypa bil, er tað eitt gott høvi, har tey kunnu vitja teir ymsu básarnar, og fleiri bilhandlarar eru savnaðir á einum stað.
Bilframsýningin 2000 í høllini á Hálsi, ið hondbóltsfeløgini Neistin og Kyndil skipaðu fyri, var ein stór og væl fyriskipað framsýning, har nógv fólk vitjaðu.
Umframt bilhandlararnar vóru tey, sum selja eykalutir, prutl, motorsúkklur, biltryggingar og bilfígging. Eisini høvdu framsýnararnir fingið fleiri av teimum allarnýggjastu bilunum við, eisini sermerktar bilar sum vit annars bert kunnu lesa um í bilbløðunum.
Ein av fyrireikarunum, Birgir Sondum, sigur, at ein bilaframsýning verður aftur um eitt ár, og at hondbóltsfeløgini í framtíðini ætla at gera meira burturúr, við t. d. at skipa fyri fleiri tiltøkum, meðan framsýningin er.