Førarin í bilinum, sum voldi til ruðul, tá hann endaði inni á Strøget, var ein 50 ára gamal føroyskur maður.
Les meir: Føroyskur bilur elvir til rok í Keypmannahavn
Vakthavandi á politistøðini í Keypmannahavn váttar fyri in.fo, at talan var um ein 50 ára gamlan føroying, sum er búsitandi í Keypmannahavn.
Ekstrablaðið, sum skrivaði um hendingina í morgun klokkan fimm danska tíð, greiddi frá, at bilurin, ein Mazda 323, hevði føroyska nummarplátu, men segði einki um, hvør førarin var, ella hvat hann kom frá.
Eingin varð yvirkoyrdur á Strøget, men tað endaði við bardaga, tá ið tað eydnaðist einum vaktarmanni at steðga bilinum.
Bilførarin helt, at tað rakti ikki vaktarmannin og leyp á hann. Vaktarmaðurin varð bæði sligin og sparkaði, áðrenn fulli bilførarin tók til rýmingar inn í eina kiosk, har hann royndi at fjala seg.
Ein politistur kom til kioskina og metti støðuna so álvarsliga, at hann hevði hondina á skammbyrsuni, meðan hann royndi at sissa føroyingin.
Skjótt komu tó fleiri politistar til, og teir handtóku tann 50 ára gamla, sum nú verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og harðskap.